Um okkum
Vit eita Ragnar Háskor og Bergur Enghamar. Vit ynskja at loysa ein trupulleika, sum vit føroyingar kenna væl. Av tí at Føroyar er eitt lítið og fjarskotið land fáast ikki allar vørur í Føroyum, sum fáast aðrastaðni. Til dømis vørur frá tí stóra byggimarknaðinum Bauhaus. Tað eru ikki øll, sum hætta sær at bíleggja úr útlondum, av tí at ein ikki veit, hvat samlaðu kostnaðirnir verða, fyrr enn ein stendur við vøruni. Eisini eru avbjóðingar so sum frakt, tollavgreiðsla og tað at krevja moms aftur, sum fær fólk til at halda seg aftur við at bíleggja. Vit ynskja at gera alt hetta einfalt. Tú skrivar bara vørunummarið (Varenummer) á vøruni inn í okkara leititeig, og síðani sært tú, hvussu nógv vøran kostar hjá okkum. Tá ið tú hevur koyrt tað, sum tú skalt hava, í keypskurvina, fert tú víðari til kassan og rindar. Vanliga tekur tað 2-3 vikur til tú hevur vøruna. Tú kanst fylgja tíni bílegging við at innrita á reytt.fo