Handilstreytir

Prísir
Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskila. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum ella útgingnum vørum.

 

Gjalding
Bíløgdu vørurnar gjaldast elektroniskt við Dankorti, ella við bankaflyting. Kortupplýsingarnar verða sendar bronglaðar millum kunda og reytt.fo. Hvørki reytt.fo ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsingum. Persónsupplýsingar (navn, adressa o.s.fr.) verða ikki bronglaðar. Upphæddin verður trekt av kortinum, tá vøran er á veg.

 

Umbýtingarrættur
Vøran kann umbýtast innan 14 dagar eftir levering, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt, tað vil siga í originalum innpakningi. Vøran kann býtast til reiðan pening, ella tú kanst býta um til aðra vøru. Tú skalt boða frá skrivliga við email á reytt@reytt.fo um tú ynskir at nýta umbýtingarrættin. Um vøran ikki er í sama standi, sum tá hon var nýggj kann tað vera møguligt at fáa partvíst endurgjald, eftir hvørjum standi vøran er í.

Undandtøk til umbýtingarrætt eru hesi:

  • Tilgjørdar vørur eftir mát, so sum borðplátur til køk.

 

Reklamatión – Skaði ella feilur á vøruni
Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost. Tá feilurin er staðfestur kann vøran býtast til reiðan pening ella til nýggja vøru. Tú verður eisini biðin um at gera vart við hetta við levering av vøruni. Reklamatións rætturin fellur burtur eftir 24 mánaðar. Tú skalt senda okkum ein teldupost á reytt@reytt.fo og gjølla greiða frá hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatións rættin. Tá tú sendir vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. Reytt.fo rindar retur fraktina frá Føroyskari addressu, um skaðin er váttaður.

 

Trúnaður
Upplýsingarnir - navn, bústaður og t-postur - ið tú sendir til okkara verða goymdar í trúnaði. Vit nýta bert tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana. Privatar upplýsingar verða ikki givnar víðari, undantak er tó um hetta er ísamband við levering av vøru. Privatar upplýsingar verða ikki seldar til 3.persón.

 

Cookies
Á Reytt.fo nýta vit cookies fyri at gera tína vitjan so væl eydnaða sum møguligt. Hetta loyvir ávísum funkum so skipanin t.d. kann minnast hvat er í keypskurvini. Tú kanst til einhvørja tí sletta cookies á tínum kagara. Tað er ymiskt frá kagara til kagara, hvussu man ger hetta, men tað kanst tú lesa meiri um hjá veitarinum av tínum kagara.

 

Bílegging
Tá tú bíleggur á reytt.fo fært tú sjálvirkandi eina ordraváttan senda við t-post. Hendan ordraváttan er ikki ein juridiskt bindandi avtala millum teg og reytt.fo. Vit tilskila okkum rætt at strika ordran um villa er við prísinum, ella levering av vøru, ella um vøran er útgingin, og líkandi støður. Tá ið ordrin er endaliga avgreiddur, fært tú ein faktura sendandi við t-post, sum er ein bindandi avtala millum teg og reytt.fo. Tú hevur møguleika at stovna ein brúkara hjá okkum. Á tann hátt ber til at fylgja við bíleggingini og finna fram gamlar bíleggingar. Hetta ger tað eisini nemmari um bíleggjast skal aftur. Tað er tó ikki ein treyt at stovna brúkara fyri at keypa á reytt.fo

 

Samband
Reytt.fo
Brekkutún 4
FO-188 Torshavn
reytt@reytt.fo

tlf: 30 87 00